+298 470 600

Starvslýsing

Skrivstovulærlingur

LÆRLINGUR TIL SKRIVSTOVUNA HJÁ TTS

Hevur tú hug at koma í skrivstovulæru?

Vit á TTS kundi hugsað okkum at fingið ein nærlagdan, álítandi og arbeiðsaman skrivstovulærling til okkara fíggjar- og fyrisitingardeild.Vit vilja, at tú í lærutíðini fært eitt  breitt innlit í skrivstovuarbeiði.Við góðari upplæring kemur tú eisini at hava ávísa ábyrgd av ymiskum uppgávum innan skrivstovuøki.

Um teg

Tú hevur áhuga í skrivstovu – og fyrisitingararbeiði, og ert sinnað/ur at læra og vaksa við uppgávuni. Tú hevur miðnámsútbúgving og vanligar telduførleikar. Tú hevur góð samstarvsevnir, ert røkin og dugir væl at arbeiða sjálvsstøðugt og torir at taka ábyrgd.

Vit bjóða

- eina skrivstovu útbúgving í einari framkomnari  fyritøku, har vit seta tænastuna í hásæti. - at tú sum skrivstovulærlingur kemur at starvast saman við einum vælvirkandi toymi av starvsfólki.

Um okkum

TTS virkar í fimm yrkisdeildum undir somu lon: maskindeild, el-deild, køli-deild, hvs-deild og sølubúð við væl útgjørdari  goymslu. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 40 fólk.

Umsókn og treytir

Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum S&K og FAG. Umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til jol@tts.fo

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jákup Oluf á Lakjuni á tel. 565640 ella umvegis teldupost jol@tts.fo