+298 470 600

Starvslýsing

LÆRLINGAR TIL EL-DEILDINA

TTS søkir eftir el-lærlingum.

Vit bjóða eitt áhugavert og spennandi lærupláss við nógvum avbjóðingum í einum góðum arbeiðsumhvørvi  við góðari upplæring.

Hjá TTS eru nógv dugnalig starvsfólk, sum vegleiða og geva tær eina breiða vitan innan fakið.

Ert tú arbeiðsamur/som , alítandi, fyrikomandi og røkin kann hetta vera læruplássið hjá tær.

Lærutíðin er 4 ár. Hevur tú yrkisnám 1 ella 2 verður lærutíðin stytt tilsvarandi.

Um spurningar eru, kanst tú venda tær til Jákup Oluf á Lakjuni á tlf. 565640 ella á jol@tts.fo

Meira kunning um virkið, fast eisini við at vitja heimasíðu okkara www.tts.fo

Umsókn skal sendast til jol@tts.fo

TTS virkar í fýra yrkisdeildum undir somu lon:
maskin, el, køling og sølubúð við væl útgjørdari goymslu. Í fyritøkuni starvast umleið 40 starvsfólk.