Tel. +298 470 600

Um okkum

Søga

 

TTS  er ein samanlegging av maskinverkstaðnum Sp/f Skarðhamar og el-fyritøkuni  Sp/f Tummas Thomsen.

 

Virksemi varð samanlagt á heysti 2010

 

Forbókstavirnir TT standa fyri Tummas Thomsen, og S stendur fyri Skarðhamar.

 

Tann gamla el-fyritøkan, Tummas Thomsen, og tann yngri maskinverkstaðurin, Skarðhamar, vórðu natúrliga samanløgd til tess at brúka sín felags førleika til fulnar.

 

Felags førleikin fevnir um alt tað, sum ein maskinverkstaður og ein el-fyritøka fáa avrikað saman.

 

TTS-fyritøkan er skjót. Hon ræður yvir 23 bilum, ið eru skjótir hjá 85 prosentum av kundunum, og eitt sindur minni skjótir hjá teimum 15 prosentunum, ið enn hava fjarðir og sund sum sína farleið.

 

TTS er i trimum yrkisdeildum undir somu lon: maskindeild, el-deild og handil við væl útgjørdari goymslu.

 

Stívliga 50 mans eru altíð klárir at veita ta tænastu, sum vit vita, at tú og títt virki skulu brúka.

Hesir eru maskinmeistarir, el-Installatørar, maskinsmiðir, elektrikkarir, kølimontørar, rørsmiðir, auto el mekanikarir, og lærlingar.

 

 Sp/f TTS heldur til í tveimum bygningum á Oyravegnum í Klaksvík.