+298 470 600

Vørur

Her fært tú eitt yvirlit yvir fjølbroytta úrval okkara. Tey, sum kenna til fakið, vita longu, hvat nøvn sum kranamerkið Fassi, bátamotorurin Solé Diesel og akkumulatorurin Zap standa fyri: Góðsku. Alt hetta og nógv afturat umboða og selja vit. Harumframt fevnir goymsla okkara eisini um hydraulikk. Skalt tú brúka eina 1/4" slangu ella eina 2" slangu? Einki upp á seg, tað hava vit eisini. Er okkurt annað, tær tørvar, so er einki at bíða við: Set teg í samband við okkum, so bíleggja vit tað heim til tín. Tað skal ikki standa á.