+298 470 600

TTS

Sagt í fáum orðum er TTS ein fyritøka, ið veitir heildarloysnir til føroyska vinnulívið. Vit eru gott og væl 40 mans, sum hava okkara dagligu gongd her: Maskinmeistarar, el-innleggjarar, maskinsmiðir, elektrikkarar, kølimontørar, rørsmiðir, auto el-mekanikarar og lærlingar. Hóast vit allir hava ymiskar útbúgvingar, er felagsnevnarin fyri okkum, at vit leggja alla orku í tað, vit fáast við.

Søgan

TTS er ein samanlegging av maskinverkstaðnum Sp/f Skarðhamar og el-fyritøkuni Sp/f Tummas Thomsen – harav styttingin TTS. Líka síðani 2010 hava vit gagnnýtt førleikarnar hjá hvørjum øðrum til fulnar. Vit hava í dag sera nógv virksemi um alt landið, og við 23 bilum eru vit sum oftast á staðnum, áðrenn hálvtalað er orð.

Vit halda til á Oyravegi 53 í Klaksvík í trimum yrkisdeildum undir somu lon: Maskindeild, el-deild, køli-deild og sølubúð við væl útgjørdari goymslu. Støkk inn á gólvið hjá okkum til eitt gott prát, ein kaffimunn og eitt óbindandi tilboð.