+298 470 600

Køliskipanir

Sum lóggildur køliveitari veita vit eina breiða viftu av uppgávum innan kølivinnuna. Vit hava stóran kunnleika og nógvar royndir sum kølivirki. Uppgávurnar fevna um installatión, eftirlit, tænastu, feilfinning og umvæling av køli- og frystianleggum. Talan er um alt frá smærri umvælingum til størri heildarloysnir innan køli-, frysti- og klimaskipanir. Hava tit tørv á okkum, eru vit altíð til reiðar at rykkja út og hjálpa tykkum.

Køliskipanir til skip

Vit veita og útføra allar hugsandi uppgávur, sum hava við køliskipanir at gera. Vit eru góðkendur køliveitari til skip og hava kunnleika til flestøll sløg av skipanum innan skipskøl. 

Søla
Umvæling
Montering
Tænasta
Viðlíkahald
Ráðgeving
Eisini hava vit loyvisprógv til at sveisa kølirør

Handilskøl og frystirúm

Vit bæði selja og veita tænastu av kølirúmum, køli- og frystirúmum, ísmaskinum og kølidiskum. 

Við drúgvum royndum og hollari vitan frá okkara undirveitarum hava vit ognað okkum førleikar til at sniðgeva og veita loysnir við sera góðari tænastu. Tá ið tú samstarvar við okkum, kanst tú líta fult og fast á, at tú fært loysnir av hægstu góðsku. 

Vit gera bæði nýggjar installatiónir og broytingar í installatiónum, og vit veita tænastu og eftirlit um alt landið. 

Hitapumpur

Vit hava nógvar royndir við hitapumpum bæði til tað privata og tað almenna.

Luft til luft hitapumpur.

Luft til vatn hitapumpur.

Jarðhitapumpur.

Ring til okkum og bið um eitt óbindandi tilboð.