Tel. +298 470 600

Søkir handilslærling

Handilslærlingur

 

 

 

 

 

 TTS søkir eftir einum fyrikomandi og arbeiðsamum handilslærlingi, ið er ágrýtin og er áhugaður at vera við at menna handil okkara.

 

Vit bjóða

  • - eina útbúgving í einari framkomnari tekniskari fyritøku, har vit seta tænastuna í hásæti.
  • - at tú sum handilslærlingur kemur at starvast saman við einum vælvirkandi toymi av starvsfólki.
  • - eitt sera fjølbroytt starv. Umframt sølu av útgerð innan el, maskin og hvs, vera uppgávurnar eisini innkeyp, goymslustýring, vegleiðing og annað fyrifallandi.

 

Sum partur av útbúgvingini skalt tú í skúla í lærutíðini at taka tann ástøðiliga partin, sum antin verður í Føroyum ella Danmark.

 

Vit vænta

  • - at tú ert fyrikomandi, røkin og ein fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva og setur kundatænastu í fremstu røð.
  • - at tú hevur áhuga fyri teimum vørum og tænastum, ið vit veita, og at tú hevur áhuga í at nema tær kunnleika fyri og innlit í hesi øki.

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS, HH ella líknandi útbúgving.

 

Meiri fæst at vita við at venda sær til Jákup Oluf á Lakjuni á tel. 565640 ella umvegis jol@tts.fo

 

 

 

 

TTS Sp/f

Oyravegur 53

Postboks 94 - FO-710 Klaksvík

Tel. +298 470 600 - Fax: +298 470 601

T-postur: info@tts.fo - www.tts.fo

 

 

TTS er ein fyritøka, sum veitir tænastur innan el-og maskinfakið til privat og vinnulívið.

Í fyritøkuni starvast umleið 35 fólk.