Tel. +298 470 600

Goymsla / Søla

Í goymslu og handli okkara hava vit eitt sera fjølbroytt úrval. Vit liggja á goymslu við el-lutum, maskinlutum, hvs -lutum  og nógvari útgerð til smábátar. 
 
Vit hava harumframt bygt okkara goymslu til eisini at fevna um hydraulikk. Skalt tú brúka eina 1/4" slangu, ella skalt tú brúka eina 2" slangu, so hava vit hana.
 
Vit umboða og selja tað kenda kranamerkið Fassi og umboða tann vælumtókta bátamotorin Sole Diesel.
Vit umboða eisini tann vælumtókta akkumulatorin ZAP.
 
Goymslan hjá okkum er rættiliga fullfíggjað. Tó, er tað eitthvørt, sum kundin biður um, men sum ikki er á goymslu, eru vit altíð til reiðar at útvega tað.