Tel. +298 470 600

Heitt galvanisering

Sp/f TTS kann sum einasta virkið í Føroyum bjóða tænastuna at heittgalvanisera stál.
 
 Vit kunnu framleiða stállutir eftir ynski og heittgalvanisera stálið í okkara potti á virkinum.  
 
Tann besti háttur at verja stál ímóti tering er heittgalvanisering. Framferðarhátturin er, at stálið áftana at hava verið í einum syrubaði og síðan í loddivatnið verður koyrt í ein pott við zinki, sum er hitað til umleið 450 gradir celcius. Í pottinum fer ein reaktión fram millum metallini, og tað uppstendur ein legering ímillum zink og stál, og harvið ein kraftig samanbinding ímillum metallini.
 
Stálið kann hereftir transporterast og hondterast uttan at zinkverjan verður skadd. Stál, sum er heittgalvanisera, krevur einki viðlíkahald.