Tel. +298 470 600

Førleikar

Smiðju- og maskinverkstað okkara loysir uppgávur innan smiðjuarbeiðir fyri skip, íðnaðin, alingina og privatar kundar.
 
Okkara maskindeild er í høvuðsheitum sjálvur maskinverkstaðurin við sínum mekanikki og hydraulikki og plátuverkstaðurin, her alt metalarbeiði verður gjørt.
 
VIt hava dugnalig starvsfólk og eru vælútgjørd við amboðum og maskinum. TTS samstarvar við nógvar góðar undirleverandørar. Alt hetta ger okkum føran fyri at loysa flest allar uppgávur, lítlar sum stórar.
 
Á TTS nýta vit nógva orku til at gera íløgur í nýggja útgerð og menna okkara førleikar fyri at halda okkum í fremstu røð. 
 
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum og fáa eitt óbindandi tilboð.